Frans pávi hevur nú heitt á pílagrímar til Vatikanið um at biðja fyri fyrrverandi pávanum, Bænadikt, tí Bænadikt er illa sjúkur.
Bænadikt pávi, sum nú er vorðin 95 ára gamal, gjørdist í 2013 fyrsti pávi í 600 ár at leggja frá sær, tí hann metti tá, at aldur hansara gjørdi, at hann ikki megnaði at røkja starvið.
Og heilsustøðan hjá Bænadikti er versnað nógv seinastu tímarnar, og Frans pávi gjørdi tí av at vitja fyrrverandi pávan í Mater Ecclesiae, har Bænadikt hevur búð, síðan hann legði frá sær.
Frans pávi hevur áður gjørt greitt, at hann er ofta og vitjar fyrrverandi pávan, sum hann eisini lýsir sum eitt halgimenni, og sum hevur humoristiskan sans.
Bænadikt legði frá sær í 2013, bert sjey ár eftir at hann tók við sum pávi. Seinastu ferð ein pávi hevði lagt frá sær tá, var í 1415, tá Gregor 12. Legði frá sær.