Bæði tvey vórðu afturvald
Løgtingið hevur valt tey, sum skulu umboða okkum í Norðurlandaráðnum
Áki Bertholdsen
2. august 2024 kl. 10:05
Nú á ólavsøku byrjaði eitt nýtt tingár og tá skal Løgtingið eisini velja, hvør skal umboða okkum í norðurlandaráðnum.
Tað eru samgonga og andstøða, sum hava hvør sítt umboð og í morgun valdi Løgtingið tey, sum skulu umboða okkum í Norðurlandaráðið hetta næsta árið.
Og samgongan valdi Erling Eidesgaard til fastan lim og Liljuna Weihe sum varalim, tey eru bæði úr Tjóðveldi.
Andstøðan valdi Johan Dahl til fastan lim og Eyðdis Hartmann Niclasen til varalim og tey eru bæði úr Sambandsflokkinum.
Hetta eru tey somu, sum hava umboða okkum, so her vóru øll afturvald.