Bæði grind, festivalur og stevna: Friðarligt allastaðni

Løgreglan hevur ikki havt nøkur mál í sambandi við tær tríggjar, stóru hendingarnar

Áki Bertholdsen
2. juni 2024 kl. 09:49

I gjár og í nátt vóru tríggjar stórar hendingar, sum onkuntíð elva til trupulleikar. 

Fyrst var Norðoyastevna í Klaksvík og ímeðan hon var í hæddini, beint eftir kappróðurin, varð grind hildin til í Hvannasundi.

Og í Havn var tónleikafestivalurin, Okkara Land. 

Men løgreglan sigur at allastaðni hevur tað verið friðarligt. Tey hava ikki fingið nakra fráboðan um, at umhvørvisfelagsskapir gjørdu um seg í grindini. Á Norðoyastevnu var heldur einki at gera og á festivalinum í Havn var eisini friðarligt. 

Løgreglan sigur, at kortini mátti tey leggja upp í nakrar ferðir tí fólk vóru komin til ilnar og tað eydnaðist teimum eisini at forða fyri, at tað endaði við slagsmáli, so tað spurdist einki mál burtur úr.

Í einum føri kom løgreglan fram á eitt fólk, sum var so drukkið, at tað kláraði seg ikki sjálvt og tí mátti tað koyrast til hús. 

Men tey siga eisini, at veðrið hjálpti nokk so væl til, tí tað var eitt sindur ófýsið í nátt við fitt av vindi og regni. Tað avmarkaði hugin hjá fólki at vera úti, so tað var ikki so nógv fólk at síggja, sum tað annars hevði verið, var veðrið til vildar. 

Í Suðuroy kannaði løgreglan skeinkistøðini, men har var einki at finnast at og tey kannaðu eisini ferðsluna, men har vóru allir bilførarar edrúir.