Løgreglan í Klaksvík koyrdi nógv runt í nátt og í tí sambandi kannaðu tey eisini ferðsluna. Løgreglan sigur, at nakrir bilar vórðu steðgaðir og serliga í tí eina førinum vakti tað áhuga hjá løgreglufólkunum.
Løgreglan sigur, at í hesum eina førinum varð bilførarin skuldsettur fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum, so blóðroynd varð tikin av honum.
Men tá ið bilurin varð kannaður, fann løgreglan eisini ymsa útgerð til at roykja hassj við. Sostatt er eisini bileigarin skuldsettur fyri at bróta lógina um rúsevni.
Tað hevur verið rættiliga hált, men løgreglan sigur, at tað hevur ikki elvt til stórvegis trupulleikar. Onkur smá óhapp hava verið, har bilar eru farnir á glið.
Men nakrar ferðir hevur løgreglan eisini sent sjúkrabilar eftir fólku, sum eru gliðin og hava smekkað høvdið í, umframt at onkur hevur brotið hondliðið og onkur hevur brotið armin.