Ongi úrslit

Badmintonleikarar vunnu gull, silvur og bronsu í Danmark

Í vikuskiftinum hevur landsliðshópurin í badminton luttikið í kapping í Højbjerg, ið liggur stutt uttanfyri Aarhus

Tíðindaskriv
29. november 2021 kl. 00:06

Kappingin var á A og B-stig og skipað í innleiðandi puljum í bæði einmansleiki, tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki. Tí fingu teir 15 leikararnir úr Føroyum eisini nógvar dystir í part.

Í blandaðum tvímansleiki vunnu leikarar okkara fleiri heiðursmerkir, meðan tey eisini fingu fleiri spennandi dystir í einmansleiki og tvímansleiki.

Í B-bólkinum vóru tvey føroysk pør í finaluni, har Hákun Sigvardsen og Sanna Thorkildshøj (gull) vunnu á Rúni M. Simonsen og Johonnu Højsted (silvur).

Í A-bólkinum vunnu Magnus Dal-Christiansen og Mia Thorkildshøj bronsu, meðan Rúni Øster og Miriam Í Grótinum vunnu gull í eini tættari finalu í trimum settum ímóti donskum pari.

Landsliðshópurin fór til Danmarkar fyri at fáa góða kappingarvenjing og kom heim aftur við fleiri heiðursmerkjum. Vant verður fram ímóti altjóða kappingum til várs og Føroyaleikirnar komandi summar.

Mest lisið hesa vikuna

Todi Jónsson fluttur heim eftir 33 ár: Byrjar av nýggjum á Tvøroyri

21. sepember kl. 06:00

Løgtingsmaður vil hava at vita hví danskir hermenn hava føroyskt flagg á búnanum

24. sepember kl. 11:51

Føroyar mugu ikki elta Europa

22. sepember kl. 22:49

Fýra fólk skuldsett fyri innbrot - upplýst er tey stjólu einar 160.000 krónur

6 tímar síðan

Leita eftir vitnum til innbrot har ein stór peningaupphædd er stolin

22. sepember kl. 10:07

Bústaðartreytirnar vóru avgerandi: Lesandi fekk ikki lestrarstuðul

22. sepember kl. 17:30