Baðirúm við brúsum gerast við sandin í Leirvík

Eysturkommuna hevur keypt eitt neyst við sandin við Bug í Leirvík og fer at gera tvey almenn baðirúm við brúsu til hugnaliga økið við sandin í Leirvík

Sigurjón Einarsson
11. mai 2021 kl. 15:47

Eysturkommuna hevur keypt eitt neyst við sandin við Bug í Leirvík. Tvey almenn baðirúm við brúsu verða gjørd til hugnaliga økið við sandin í Leirvík.

Neystið, sum stendur á matrikul 257, stendur beint við Mataránna og liggur sostatt væl fyri í mun til sandin.

Kommunan sigur, at hesi almennu baðirúmini fara at koma væl við fyri tey mongu, ið leita sær oman á sandin ein góðveðursdag.

Harafturat er sjódipping blivið populert, og nú fáa tey, ið dáma væl at leypa út í kalda sjógvin, lættari atgongd til brúsur beint við sjóvarmálan, skrivar heimasíðan hjá Eysturkommunu.

300.000 krónur eru settar av til arbeiðið. Kommunan ger arbeiði sjálv og arbeiðið er so smátt farið í gongd, skrivar kommunan.

Kelda: Eysturkommuna