B71 flongdi toppliðið

1. DEILD: Skála legði rygg til stórtap á Sandi

Jóannes Hansen
26. august 2023 kl. 17:14

Tað gongur verri enn so altíð soleiðis, sum tað vrður roknað við.

Hetta var enn einaferð staðfest í dag, tá ið toppliðið av Skála var á Sandi.

Síðsta bríksl hevur verið inni í Dal, og nú rigga skálamenn til at fara aftur um fjørðin. Teir hava onga úrtøku við sær, og tað skal valdast sigur, sum heimaliðið vann.

Úrslitið var 4-0 til B71, sum eftir fyrra hálvleik var frammanfyri 1-0. Jonas Warner, sum í summarsteðginum skifti aftur til B71 eftir nakrar mánaðir í B68, setti hol á, tá ið tað restaðu átta minuttir av fyrra hálvleiki. Uppleggið átti Suni Herman Petersen.

Fimm minuttir eftir steðgin var tað toppskjúttin Tijani Mohammed, ið økti um heimaleiðsluna til 2-0, og níggju minuttir seinni var hann aftur upp á spæl, og tá kendist  tað av álvara, at hetta var ikki dagurin hjá favorittunum av Skála.

Fimm minuttir undan leikloki var tað Áki Hentze, ið staðfesti rimmarsigurin hjá B71, sum annan leygardagin á rað vann á heimavølli uttan at mótstøðuliðið skoraði mál. Fyri einari viku síðani vann B71 3-0 á heimavølli ímóti B36.

Skála er framvegis topplið við 49 stigum, og B71 er á sætta plássi við 27 stigum.

Hóskvøldið fer B71 til Klaksvíkar, og fríggjakvøldið fær Skála vitjan av B36.