B71 er kosið at vera ársins ítróttarfelagsskapur. Tað er greitt, nú fyrsta heiðurslønin er latin á Ítróttarfagnaðinum, sum í kvøld er í Løkshøll.
Tað var Tórbjørn Jacobsen borgarstjóri í Runavíkar kommunu, sum handaði heiðursteknið saman við kekki áljóðandi 15 túsund krónum.
Formaðurin í B71 Karl Vidtfeldt tók ímóti og takkaði fyri heiðurin. Hann var fyrstu ferð valdur at vera formaður í Sandoyar Ítróttarfelag fyri meiri enn 50 ár8um síðani, og hann er eisini nú formaður í felagnum.
Hini innstillaðu til ársins ítróttarfelagsskap vóru Hondbóltssamband Føroya og flogbóltsfelagið, Mjølnir.
-Vit marknaðarføra okkum sum tann góði felagsskapurin, og vit fegnast um, at B71 røkkur út til allar sandoyingar og í øllum aldri og fleiri ítróttargreinum, segði Karl Vidtfeldt.