B68 vann uppflytingardystin

AB kláraði ikki at vinna á B68, sum endaði á fjórða plássi í næstbestu deildini í føroyskum fótbólti. Dysturin er liðugur fyri løtu síðan og endaði – eftir longda leiktíð – 3-2 til B68

Sveinur Tróndarson
29. november 2020 kl. 21:57

Í dag er avgjørt, at B68 aftur er at finna í bestu fótbóltsdeildini í landinum. Har hava toftamenn ikki verið síðan 2016, tá liðið flutti niður við bara sjey stigum fyri 27 dystir.

Síðan tá hevur liðið havt stórar trupulleikar av at nærkast oddinum í 1. deild aftur, og tað var í grundini sama skil í ár. Hesaferð endaði árið við, at B68 gjørdist nummar fýra, 12 stig aftanfyri annað lið hjá Víkingi, sum vann næstbestu deildina, og átta stig aftanfyri 07 Vestur, sum akkurát kláraði at flyta beinleiðis upp.

Tí var tað ikki upplagt, at B68 skuldi vinna dystin í kvøld, men tað var hinvegin júst tað sum hendi.

B68 legði seg á odda tá 35 minutti vóru leiktir, við máli frá Andri Benjaminsen. Góðar fimm minuttir seinni fekk Gilli Róason reytt kort, og so skuldu argjamenn stríðast restina av dystinum við bara tíggju monnum.

Tað kláraðu teir, tí tá tað restaði eitt korter javnaði Bjarki Nielsen. Tað málið kom eftir áhaldandi trýst frá argjamonnum, og kanska var tað hetta, sum teir skuldu hildið fast við tað sum var eftir av dystinum.

Tað gjørdu teir ikki, og so løgdu toftamenn seg aftur á odda. Enn einaferð var tað Andri Benjaminsen, sum skoraði, og so var spurningurin um tað fór at halda. Tað gjørdi tað ikki, tí tá fimm minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki av yvirtíðini javnaði Jasper Van Der Heyden fyri AB.

Men heldur ikki hesaferð helt tað hjá AB, tí beint fyri leiklok skoraðu toftamenn til 3-2 og enn einaferð var tað Andri Benjaminsen, sum við trimum málum gjørdist dagsins maður á Toftum.

Nú var ikki meira krút eftir í AB, sum mátti taka til takkar við einum ósigri uppá 3-2 og einum túri niður í næstbestu deildina næsta ár.

Á Toftum kunnu tey hinvegin fegnast, tí fyri fyrstu ferð í fimm ár skulu tey nú aftur til sunnudagsfótbólt.

AB-B68 2-3 (1-1)
35.: 0-1 Andri Benjaminsen
76.: 1-1 Bjarki Nielsen
104.: 1-2 Andri Benjaminsen
110.: 2-2 Jasper Van Der Heyden
119.: 2-3 Andri Benjaminsen