Havnamenn fara til Toftir í kvøld við einum 3-0 sigri á føroyameistarunum úr KÍ í skjáttuni, meðan toftamenn skulu reisa seg aftur, eftir 3-0 tapið fyri Víkingi seinasta sunnudag.
HB liggur á øðrum plássi við 39 stigum efti 14 umførum, ið eru eins nógv stig sum Víkingur á fyrstaplássinum, men Víkingur hevur betri málúrtøku.
B68 liggur undir niðurflytingarstrikuni við sjey stigum eftir 14 umførum. Fýra stig eru niður til ÍF, meðan EB/Streymur á áttanda plássi eisini hevur sjey stig, men sundalagsmenn hava betri málúrtøku.
Veddingarfyritøkurnar spáa eisini ein greiðan sigur til HB.
Stóra danska veddingarfyritøkan Oddset gevur peningin 11 ferðir aftur, um B68 vinnur, meðan ein bara fær peningin 1,18 ferðir aftur um HB vinnur. Oddsini eru 6,50 uppá at B68 og HB spæla javnt á Svangaskarði í kvøld.
Dysturin byrjar klokkan 18:00.