Jákup á Borg fer at gevast sum venjari hjá B68. Tað hevur hann boðað felagnum frá, veit frihedsbrevet.fo at siga.
Í gjár bórust tíðindini um, at bæði formaðurin og næstformaðurin í felagnum hava boðað frá, at teir taka seg úr nevndini. Tað er kallað inn til eykaaðalfund, sum nú er útsettur til 11. september, og nú hevur Jákup á Borg gjørt støðuna upp fyri sítt egna viðkomandi:
-Eg skrivaði undir sáttmála, sum fevndi um trý ár. Eg helt, at talan var um ætlan, sum fór at halda, men eg tími ikki alt órógvið, sum er kring felagið. Tí havi eg boðað felagnum frá, at eg fari at leggja frá mær, tá ið hetta kappingarárið er liðugt, sigur Jákup á Borg við frihedsbrevet.fo.
Sáttmálaskeiðið fevndi annars til og við 2025. Jákup hevur verið B68 venjari síðani á sumri í 2022, og málið hjá honum og felagnum var, at B68 skuldi vinna seg í europeiska kapping. Í løtuni stríðast felagið á Svangaskarði um at varðveita sessin í bestu deildini.
Jákup á Borg og B68 spældu í fjør finalu í kappingini um løgmanssteypið, sum teir eftir brotssparkskapping taptu ímóti HB. Fyri einum ári síðani varð nógv tosað um, at felagið hevði fíggjarligar trupulleikar, tí inntøkurnar ikki vóru tær, sum tað varð roknað við, at tær fóru at vera.
Næsti dysturin hjá B68 og Jákupi á Borg verður leygardagin í Gundadali ímóti B36, sum er barndómsfelagið hjá Jákupi á Borg, og har hann var venjari 2017 – 2020.