Tað gongur illa at fáa hálvfinaluna millum B68 og EB/Streym avgreidda. Ætlanin var, at hon skuldi vera í annaðkvøld, men tað verður hon ikki.
FSF hevur broytt dagfestingina, so hon nú er mikudagurin 25. oktober. Dysturin er útsettur, tí veðurforsøgnin fyri í morgin er so vánalig. Veðurforsøgnin sigur, at mikukvøldið verður hann útsynningur 8 til 13 metrar um sekundið og fyri tað mesta turt.
At hálvfinalan nú er útsett til mikudagin 25. oktober ber við sær, at tað verður tætt millum dystirnar hjá B68 og EB/Streymi.
Næstsíðsta umfar í landskappingini verður sunnudagin 22. oktober. Tá fer B68 at spæla á heimavølli ímóti AB, og tá fer EB/Streymur at spæla á útivølli ímóti Víkingi.
Tríggjar dagar seinni – mikudagin 25. oktober – verður seinna hálvfinalan í kappingini um løgmanssteypið á Svangaskarði millum B68 og EB/Streym.
Og aftur tríggjar dagar seinni – leygardagin 28. oktober – verður síðsta umfar í landskappingini. Tá fer B68 at spæla á útivølli ímóti ÍF, og tá fer EB/Streymur at spæla á heimavølli ímóti HB.