Klokkan 16 verður í dýrdarveðri fyrsta bríksl í síðsta dystinum í 18. umfari. Tá ið síðsta bríksl hevur verið á Svangaskarði, har 07 Vestur er gestur hjá B68, hava øll liðini spælt tvær ferðir ímóti hvørjum øðrum. Tá ið B68 2. apríl var á Dungasandi í Sørvági, var úrslitið 1-1.
Felags fyri B768 og 07 Vestur er, at tað hilnaðist væl í 17. umfari. B68 vann 3-1 á heimavølli ímóti ÍF, og tað eydnaðist 07 Vestur síðstu løtuna á heimavølli ímóti B36 at venda 0-2 til 2-2.
Hjá 07 Vestur er Teitur Olsen tøkur aftur eftir leikbann, og Dánial Pauli Lervig er aftur í miðverjuni. Hann hevur verið so illa skaðadarvaður, at hann síðsu tíðina sjáldan hevur verið førur fyri at spæla í 90 minuttir.
Hjá B68 er saknur í verjuspælaranum og miðvallaranum Áka Johannesen, sum er vøddaskaddur. Álopsspælarin Jørgen Nielsen er tøkur aftur eftir leikbann.