B68 og 07 Vestur hava møguleika at vinna steypið fyri fyrstu ferð

B68 venjarin heldur, at hansara menn trívast í stóru dystunum, meðan EB/Streymavenjarin heldur, at fyrra hálvfinalan var ov stórur dystur fyri hansara menn

Jóannes Hansen
28. juni 2023 kl. 21:56

Fyrru hálvfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið vóru í kvøld. Í Sørvági hevði 07 Vestur vitjan av HB, og har var úrslitið 1-1. Tí er alt opið undan seinnu hálvfinaluni, sum mikukvøldið 27. september verður í Gundadali.

07 Vestur vann sunnudagin heimadyst í landskappingini 3-2 ímóti HB, og tá ið HB tíðliga í seinna hálvleiki varð undirmannað, tí Ári Mohr Jónsson sá gula kortið fyri aðru ferð og harvið eisini tað reyða, so vóru fyritreytirnar hjá 07 Vestur góðar aftur at vinna, men tað endaði 1-1. Bæði málini vórðu skorað í fyrra hálvleiki.

Dan í Soylu legði úr heilt spískum í høgru, og eftir at heimamálverjin hevði mistikið seg, HB á odda, og liðformaðurin og miðverjin Daniel Obbekjær javnaði eftir deyðbólt.

Meðan HB hevur vunnið nógv flestar steypafinalur av øllum – 28 – so hevur 07 Vestur ongantíð vunnið steypakappingina og ongantíð verið í steypafinaluni.

Í Hólmanum á Eiði var B68 sera ágangandi og álopshugað, og B68 vann 3-0 eftir hálvleiksstøðuna 1-0. Miðverjin Aidan Liu stútaði til 1-0, miðvallarin Ragnar Samuelsen økti um munin til 2-0 við góðum skoti tíðliga í seinna hálvleiki, tá ið heimaverjan ikki var nóg vakin, og innskifti Hanus Højgaard staðfesti rimmar sigurin, tá ið hann av brotsteigarmarkinum skekkaði bóltin í málið.

-Tað sær út til, at vit trívast í dystum, sum eru stórir hjá okkum. Tað sóu vit í Runavík í fjør og aftur í kvøld. Avrikið var heilt øðrvísi, enn tað var, tá ið vit taptu 2-0 á sama vølli fyri gott og væl tveimum vikum síðani, og eg eri fegin um, at spælararnir vístu so góðan hugburð, og at fjeppararnir stuðlaðu so væl, sum teir gjørdu. Einki er avgjørt, og tað eru tríggir mánaðir til seinnu hálvfinaluna. Men 3-0 er sjálvandi góð útgangsstøða, men vit skulu minnast til, at tað bara eru góðar tvær vikur síðani, at vit taptu 2-0 ímóti EB/Streymi, sigur B68 venjarin Jákup á Borg í samrøðu við midlar.fo.

EB/Streymavenjarin Sigfríður S. Clementsen ásannar, at hetta var ikki dagurin hjá hansara monnum:

-Kanska var hetta ov stórur dystur fyri óroynda liðið hjá okkum. B68 spælararnir vildu tað meiri, teir vóru grammari, og tað er einki at siga til, at teir vunnu. Bólturin er framvegis rundur, og vit vita ikki, hvussu liðini fara at vera fyri um tríggjar mánaðir, men vit avskriva ikki at vinna okkum í finaluna, hóast tað ikki sær lætt út, sigur Sigfríður S. Clementsen.

Meðan EB/Streymur fýra ferðir hevur verið steypavinnari, so hevur B68 ongantíð vunnið kappingina um løgmanssteypið. Bara einaferð hevur B68 verið í steypafinaluni. Tað var í 1995, tá ið B68 tapti 3-1 ímóti HB.