Leingi sá tað út til, at tað fór at enda við javnleiki, og at um annað liðið síðstu løtuna fór at skora sigursmálið, so fór tað at vera B68, sum royndi at trýsta, og sum fleiri ferðir var í góðum støðum í nánd av 07 Vestur málinum.
Men tað er 07 Vestur, sum er á veg av Svangaskarði við fullari úrtøku. Sigursmálið skoraði innskifti Oddur í Haraldstovu Petersen í tíðini, sum svenski dómarin legði aftrat. Eftir langa sending snittaði innskifti Eilar Fróðason bóltin framum heimaverjuna, og so var Oddur leysur og lyfti bóltin uppum B68 málverjan.
3-2 til 07 Vestur, sum við sigrinum varðveitir trýstið á Víkingi í kappingini um fjórða plássið og europeiskt atgongumerki í 2024.
B68 spælararnir iðra seg, tí teir høvdu momentum, tá ið gestirnir skoraðu sigursmálið, og teir vóru tætt við at skora. Meðan 07 Vestur hevur alla orsøk at hyggja uppeftir á talvuni, sum hongur B68 framvegis fast í niðara enda. Tað eru tvey stig aftur til ÍF, sum er næstniðast.
Talan var um gott undirhald í fína og lýggja summarveðrinum.
Hálvleiksstøðan var 1-1, og dygst undan steðginum hevði 07 Vestur risastóran møguleika at leggja seg á odda, men Uros Stojanov sendi við brotssparki bóltin væl omanfyri málið.
Miðskeiðis í fyrra hálvleiki legði Samba við fluktara og eftir innlegg úr vinstru frá Bárði Ó. Jensen B68 á odda, og fýra minuttir seinni var tað Teitur Olsen, sum javnaði við fínum máli eftir sending frá Mathias Voss, sum er vongverji í høgru hjá 07 Vestur.
Tá ið ein tími var farin, átti Mathias Voss aftur innleggið úr høgru, og við handara stólpa setti Uros Stojanov bóltin dygst inn við nærra stólpa, og so hevði hann skorað málið, sum hann ikki megnaði at skora við brotssparki. Seinni varð Uros skiftur út, tí hann hevði gult kort og var ikki so langt frá at fáa eitt aftrat.
B68 legði ikki kongin. Heimaliðið arbeiddi nógv fyri at vinna stig, og 20 minuttir undan leikloki eydnaðist tað at javna til 2-2. Innskifti Fríði í Túni Petersen legði flatt innfyri úr høgru, og Jørgen Nielsen setti bóltin í málið.
Tá ið tað restaðu 10 minuttir bríkslaði dómarin fyri brotssparki til B68. Jørgen Nielsen avgreiddi, men tað var kiksað, tí málverjin tveitti seg og bjargaði lættliga. Og so var tað í tíðini, sum dómarin legði aftrat, at innskifti Oddur í Haraldstovu Petersen tryggjaði 07 Vestur 3-2 sigur.
KÍ | 17 | 16 | 0 | 1 | 45 | 10 | 48 |
HB | 18 | 13 | 2 | 3 | 49 | 12 | 41 |
B36 | 18 | 13 | 1 | 4 | 40 | 17 | 40 |
Víkingur | 18 | 10 | 3 | 5 | 39 | 19 | 33 |
07 Vestur | 18 | 9 | 2 | 7 | 32 | 29 | 29 |
EB/Streymur | 17 | 5 | 1 | 11 | 15 | 32 | 16 |
TB | 18 | 4 | 3 | 11 | 12 | 41 | 15 |
B68 | 18 | 3 | 5 | 10 | 19 | 34 | 14 |
ÍF | 18 | 4 | 0 | 14 | 17 | 47 | 12 |
AB | 18 | 3 | 1 | 14 | 13 | 40 | 10 |
Leygardagin 19. august
HB – ÍF:
Sunnudagin 20. august
KÍ – 07 Vestur
EB/Streymur - AB
Víkingur – TB
B36 – B68