B68 hevur vunnið seg í steypafinaluna

Tað kostaði EB/Streymi plássið í steypafinaluni, at fyrra hálvfinalan, sum varð spæld fyri fýra mánaðum síðani, endaði við 3-0 heimatapi

Hanus Højgaard, Ragnar Samuelsen og hinir í B68 hava í kvøld tryggjað sær pláss í steypafinaluni, sum verður ímóti HB á Tórsvølli leygardagin í næstu viku
Jóannes Hansen
25. oktober 2023 kl. 18:21

Loksins er tað greitt, sum hevur ligið í luftini í næstan fýra mánaðar. B68 hevur við samantaldum 5-3 sigri ímóti EB/Streymi vunnið seg í finaluna um løgmanssteypið. Hetta er fyrsta ferðin í 28 ár, at B68 verður partur av steypafinaluni.

Í 1995 tapti B68 steypafinaluna 3-1 ímóti HB. Annan leygardag fer B68 at spæla finalu á Tórsvølli, og eins og fyrstu og higartil einastu ferðina, tá ið B68 var í finaluni, so verður mótstøðuliðið annan leygardag HB.

Tað var avgerandi fyri samantalda úrslitið, at B68 28. juni fór úr Hólmanum á Eiði við 3-0 sigri í fyrru hálvfinaluni. Tí í kvøld var talan um framúr dramatikk, fimm mál, tvey reyð kort og sera nógvar spentar støður.

At B68 eftir eitt korter legði seg á odda 1-0 og samantalt var frammanfyri 4-0 kendist sum um, at nú var leyst og liðugt, men soleiðis vísti tað seg ikki at verða. Málið skoraði Mohamed Samba eftir fínt eitt tvey samanspæl við Boubacar Dabo.

Átta minuttir eftir steðgin varð javnt. Gutti Dahl-Olsen royndi seg við frísparki av brotsteigarmarkinum og mitt fyri. Benjamin Schubert í B68 málinum hálvbjargaði, og so var Filip Djordjevic fyrstur á og sendi úr stuttari fjarstøðu bóltin í málið.

So var 1-1, og tá ið EB/Streymur eitt korter undan leikloki legði seg framum 2-1, varð tað heilt spennandi. Gutti Dahl Olsen skoraði úr stuttari fjarstøðu, eftir at Tóki H. Johannesen úr vinstru stútaði bóltin inn fyri málið.

At EB/Streymur var frammanfyri 2-1 bar við sær, at gestirnir av álvara tevjaðu møguleikan at taka leiðsluna aftur. Teir spentu álopsbogan í botn, og talan var um fleiri spentar støður í og kring B68 brotsteigin.

At liðformaðurin og verjuálitið Andras Ó. Olsen sá reytt, og EB/Streymur 10 minuttir undan leikloki tí var undirmannað kundi sæð út til, at møguleikin hjá EB/Streymi var burtur, men soleiðis vildu teir í EB/Streymi tað ikki.

Eftir deyðbólt bríkslaði Jóhan Hendrik Ellefsen púra ivaleysur fyri brotssparki til EB/Streym. Gutti Dahl Olsen royndi seg úr 11 metrum, men Benjamin Schubert í B68 málinum hálvbjargaði. Vongverjin í høgru Bergur J. Poulsen var fyrstur á returbóltinum og so var 3-1 til EB/Streym, sum ta løtuna bara restaði eitt mál í samantaldan javnleik.

Undirmannaðu sundalagsmenninir løgdu fjálturstungnu heimamenninar undir trýst. Toftamenn høvdu ilt við at finna útav, um teir skuldu verja, ella um teir skuldu royna at spæla og leypa á. Dómarin legði fimm minuttir aftrat, og í heimaleguni vórðu nógvar negl bitnar heilt niður.

Í síðstu løtu varð innskifti Villiam Emil Klein spældur heilt leysur á miðjuni í vinstru. Hann var róligur, lyfti bóltin upp um málverjan, og við handara stólpan var tað miðverjin Aron Reinert Hansen, sum setti bóltin í netið. 2-3 og áðrenn dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, sá Ragnar Samuelsen hjá B68 gula kortið fyri aðru ferð og harvið eisini tað reyða.  

  

B68 – EB/Streymur 2-3 (1-0)

1-0: Mohamed Samba

1-1: Filip Djordjevic

1-2: Gutti Dahl Olsen

1-3: Bergur J. Poulsen

2-3: Aron Reinert Hansen

B68 samantaldur vinnari við málmuninum 5-3

Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen

B68: Benjamin Schubert – Aleksandur Ó. Jensen, Áki Johannesen, Aron Reinert Hansen, Bárður Ó. Jensen – Hanus Højgaard, Sebastian Lau Nielsen – Mohamed Samba, Ragnar Samuelsen, Jørgen Nielsen – Boubacar Dabo

EB/Streymur: Silas Eyðsteinsson – Bergur J. Poulsen, Mikkjal Hellisá, Andras Ó. Olsen, Rógvi Egilstoft – Tóki H. Johannesen, Dánjal Godtfred, Bogi Reinert-Petersen, Rani Berg í Soylu, Gutti Dahl-Olsen – Filip Djordjevic