Eftir tvey umfør hevur Víkingur seks stig, og tí er eingin orsøk at broyta nakað. Olaf Bárðarson er ikki tøkur, og eingin er raktur av leikbann.
Klokkan 17 verður oyggjauppgerð í Sarpugerði, har Víkingur er vertur, og har B68 er gestur.
B68 vann fyrsta stigið, tá ið tað endaði 1-1 við Margáir ímóti EB/Streymi. Sammett við ta ferðina hevur Jákup á Borg gjørt tríggjar broytingar á B68 liðnum.
Ein broyting er, at Tórður Thomsen hevur loyst Terja Brynjarsson av millum stólparnar. Tórður Thomsen er komin fyri seg eftir skaðasteðg.
Vongverjin Fríði í Túni Petersen er leikbannaður, og miðverjin Aron Reinert Hansen er á beinkinum. Nýggir millum teir fyrstu ellivu – umframt Tórð Thomsen – eru miðverjin Hjalti Strømsten og vongverjin Bárður Ó. Jensen.
Víkingur – B68: Heini Ziskaskon Viðoy kl. 17.00.