Fyrr í vikuni boðaði André Olsen frá, at hann fer ikki at halda fram sum hjálparvenjari hjá Jákupi á Borg og B68. Tað skiltist, at hjálparvenjarin og felagið vóru ikki samd um treytirnar, og André Olsen segði við bolt.fo, at møguliga verður tað hjá honum talan um annað venjarastarv, ella fer hann at halda frí frá fótbóltinum í 2024.
Í dag boðar Tofta Ítróttarfelag frá, at felagið hevur sett nýggjan mann í starvið sum hjálparvenjari hjá Jákupi á Borg og besta liðnum.
Talan er um Jákup Reinert Højgaard, ið síðsta kappingarár hevði ábyrgdina av næstbesta liðnum, sum flutti niður úr 1. deild.
Jákup Reinert Højgaard er 22 ára gamal. Í fjør hevði hann ábyrgdina av liðnum, sum flutti upp úr 2. deild, og í ár hevði hann ábyrgdina av liðnum, sum flutti niður aftur í 2. deild.
Jákup Reinert Højgaard spældi í 2021 fimm dystir fyri B68 í bestu deildini. Annars hevur hann spælt í 1. og 2. deild. Hann hevur fyri tað mesta umboðað barndómsfelagið á Svangaskarði. Tó spældi hann í 2018 og 2019 og nakrar dystir í 2020 við NSÍ.