B68 hevði 800.000 krónur í halli

Tofta Ítróttarfelag hevði eitt hall upp á 800.000 í fjør. Men hóast stórt hall, so metir B68, at felagið kemur skuldarfrítt og við einum hampiligum yvirskotið út úr 2023

Tað var mangan strævið á vøllinum í fjør hjá B68, men felagið megnaði undan at flyta niður, men tað hevur havt sín prís, tí felagið hevur eitt rakstrarhall upp á 800.000 krónur fyri í fjør, ið millum annað stóðust av tiltøkum fyri at varðveita sætið í fremstu røð í føroyskum fótbólti (Mynd: Álvur Haraldsen)
Sigurjón Einarsson
2. mars 2023 kl. 14:08

Liturin hjá fótbóltsfelagnum B68 er reyður, og tað er hann eisini, um hugt verður eftir botnlinjuni í rakstrinum í felagnum, tí har eru tølini fyri farna ár eisini blóðreyð.

Aðalfundur felagsins var hildin á Svangaskarði í gjárkvøldið, og har kom fram, at Roknskapurin fyri 2022 vísti eitt rakstrarhall upp á 800.000 krónur.

– Bróðurparturin av hallinum stóðst í stóran mun av avsetingum og óvæntaðum útreiðslum og tiltøkum fyri at varðveita sætið í fremstu røð í føroyskum fótbólti og hetta eydnaðist eisini til fulnar, skrivar felagið á heimasíðu sínari.

Men hóast blóðreyð tøl í fjør, so fer hetta hallið ikki at ávirka raksturin fyri í ár, hóast fíggjarætlanin í ár er hægri enn í fjør.

– Fyri at tryggjað raksturin, fer felagið at umleggja nøkur partabrøv til pening, fyri at fáa alla skuld burtur, umframt at felagið hevur eina sera arbeiðssama stuðulsnevnd, sum hevur tví- til trífaldað stuðulsinntøkurnar fyri 2023. Stór tiltøk eru sett í verk fyri at fáa stuttfreistaðu og útistandandi skuld burtur, og tað hevur eydnast. Felagið verður skuldarfrítt í vár, áðrenn farið verður inn í summarið, skrivar B68.

Tað verður ikki mett, at felagið í so stóran mun fer at hava líka stórar óvæntaðar útreiðslur í ár, eins og í fjør, og saman við øktum inntøkum, millum annað við dagførdum køki á Svangaskarði, sum væntandi fer at geva felagnum fleiri inntøkumøguleikar, so verður mett, at felagið kemur skuldarfrítt og við einum hampiligum yvirskotið út úr 2023.

Eisini fegnast felagið, at í takt við, at tað leggjast fleiri og fleiri sjálvbodnar hendur afturat felagnum, so ber eisini til í ár at seta fleiri tiltøk í verk sum vóru á skrá í fjør, men sum ikki kundu haldast vegna vantandi hendur.