Tað var annars eitt HB-lið í stórformi, ið fór norð á Svangaskarð at dystast ímóti toftamonnum.
Við einum 3-0 sigri á føroyameistarunum úr Klaksvík seinasta sunnudag, vóru havnamenn greiðir favorittar undan dystinum í kvøld.
Men tað var B68, ið stóð eftir við øllum stigunum, tá ið Kári J. á Høvdanum í vindinum á Svangaskarði bríkslaði fyri seinastu ferð.
Einasta málið í dystinum skoraði unga stjørnuskotið hjá B68, 17 ára gamli Bartal Páll Klein, ið sostatt gjørdist matchvinnari.
Við sigrinum á HB koma B68 trý stig framum EB/Streym, ið undan dystinum í kvøld lá nummar átta, og er B68 tískil ikki longur undir niðurflytingarstrikuni.
EB/Streymur og Víkingur bresta saman í Sarpugerði í morgin. Vinnur Víkingur tann dystin leggja teir seg trý stig framum HB á øðrum plássi.