Finalan um løgmanssteypið verður á Tórsvølli leygardagin klokkan 17. Tað eru HB og B68, sum hava vunnið seg í finaluna.
Lutakastið hevur lagað tað soleiðis, at tað verður B68, sum leygardagin fer at eiga heimavøll á Tórsvølli. Felags fyri B68 og HB er, at liðini bera svartar brøkur, B68 ber reyðar troyggjur, og HB ber reyðar og svartar brøkur. Tí verður neyðugt hjá øðrum felagnum at vera í útivallarbúnanum í finaluni. Og tað verður HB, meðan B68 verður í reyðum og svørtum.
Kári J. á Høvdanum er ein av fremstu føroysku dómarunum, og tað verður hann, sum verður 23. maðurin á vøllinum í steypafinaluni. Kári J. á Høvdanum hevur fyri stuttum tikið seg aftur sum altjóða dómari. Hann hevur verið altjóða dómari síðani 2017.