Tá ið B36 fyrr í ár var við Stórá í Trongisvági høvdu gestirnir 4-0 sigur við norður aftur.
Í dag hevur TB verið í Gundadali, og aftur í dag endaði tað við 4-0 sigri til B36.
B36 spældi hóskvøldið á heimavølli í Conference League, og hóskvøldið fer B36 at spæla í Kroatia. Dan Brimsvík hevði undan dagsins dysti broytt B36 liðið í fimm plássum, men tað sá ikki til at skala heimaliðið, sum var væl upplagt og vann 4-0.
4-0 málið varð skorað í tíðini, sum dómarin legði aftrat. Málskjútti var 17 ára gamli Carl Mikkelsen, sum varð skiftur inn, tá ið tað restaðu smáir 10 minuttir. Hetta var fyrsta ferðin, at hann var málskjútti á besta B36 liðnum, har hann í fjør summar einaferð varð skiftur inn, men síðani ikki hevur verið á besta liðnum inntil í dag, nú hann fyri fyrstu ferð varð málskjútti.
Hini trý B36 málini vórðu øll skorað eftir deyðbóltar, og tað eiga teir í TB at iðra seg um. B36 var meiri á bóltinum, og spælið fleyt betur hjá heimaliðnum. Men í opnum spæli megnaði TB at verja væl fyri, og so er tað eyka harmiligt, at tað í fleiri førum endar við máli í sambandi við deyðbóltsstøðu.
TB helt tørn í tað mesta av einum hálvum tíma. So var tað Valerijs Sabala, sum var púra leysur mitt fyri málinum, tá ið hann eftir innlegg úr vinstru frá unga og evnaríka miðvallaranum Mattiasi Hellisdal og við høvdinum setti bóltin í málið. Sabala var merkiliga leysur í støðuni, sum var í kjalarvørrinum at hornasparki.
Fyri TB var tað meint, tá ið B36 dygst undan steðginum økti til 2-0. Magnus Egilsson sendi við frísparki mitt fyri og dygst uttanfyri brotsteigarmarki bóltin framvið manngarðin og í málið.
Tað var eisini Magnus Egilsson, sum skoraði 3-0 málið. Tað var, tá ið eitt korter var eftir og við brotssparki.