Ongi úrslit

B36 tryggjar sær ungar spælarar

Tveir av teimum, sum eru uppvaksnir í felagnum, og sum hava verið nógv á liðnum í ár, vera eisini hvítir tvey tey næstu árini

B36.fo
30. oktober kl. 18:49

Miðvallarin Jógvan Kárason Gullfoss og verjuspælarin Mattias Weihe Joensen hava báðir longt sína avtalu við B36, so hon er galdandi fyri bæði 2026 og 2027.

21 ára gamli Jógvan Kárason Gullfoss fekk sínar fyrstu minuttir á besta liðnum í apríl í 2022. Í ár hevur hann verið ein av stuðulsspælarum, og við sínum orkuríka spæli hevur hann eisini vunnið sær pláss í U21-landsliðshópinum. Sambært FaroeSoccer hevur hann higartil spælt 43 dystir fyri besta liðið.

22 ára gamli Mattias Weihe Joensen var fyri fyrstu ferð á besta liðnum í august 2019. Í ár hevur stinni verjuleikarin roynst væl, og hann spældi í alt 26 av teimum 27 landskappingardystunum. Eitt skifti í 2022 royndi Mattias seg í EB/Streymi, men hann hevur annars spælt 44 dystir fyri barndómsfelagið, sambært FaroeSoccer.

Næstu tvey árini fara teir eisini at tørna út fyri barndómsfelagið, og tað gleða vit okkum til.

 

Mest lisið hesa vikuna

Bogi kallar ein spaka fyri ein spaka

27. oktober kl. 18:14

Stjórin í strandferðsluni hevur fingið bót

29. oktober kl. 10:19

Eitt illgitt og sadistiskt netverk hevur breitt seg skjótt á netinum seinastu árini

27. oktober kl. 19:00

Neyðtøkan vardi ov stutt

28. oktober kl. 21:30

Mikkjal hongur í klønum tráði

29. oktober kl. 17:47

Færri møguleikar geva fleiri problemir

28. oktober kl. 10:30