B36 stríðist fyri lívinum

Nú verður riggað til longda leiktíð í Wales

Jóannes Hansen
3. august 2023 kl. 21:44

Í gjárkvøldið vann KÍ seg víðari í europeisku meistarakappingini, og í kvøld er setningurin hjá B36 at vinna seg víðarií Conference League.

Dómarin hevur bríkslað fyri síðstu ferð eftir vanliga leiktíð. Í gjárkvøldið var tað neyðugt við bæði longdari leiktíð og brotssparkskapping í Svøríki, áðrenn tað var greitt, at KÍ hevði vunnið seg víðari í kappingini.

Í Wales er støðan 1-0 til heimaliðið. Harvið er samantalt 2-2, og tað ber við sær, at tað er neyðugt at spæla tvær ferðir 15 minuttir eyka fyri at finna fram til, hvat av liðunum skal halda fram í kappingini.