B36 spældi javnt á heimavølli í móti Paide
Talan var um málleysan javnleik tá B36 í kvøld tók í móti Paide úr Estlandi
Ragnar Sjúrðarson
12. juli 2023 kl. 21:54
B36 var lítil favorittur undan dystinum í móti nummar sjey úr Estlandi. Árstalsfelagið úr Havn hevði eisini leikliga yvirvág meginpartin av dystinum, men megnaði ikki at umseta støðurnar til mál og vóru ov óneyvir tá teir nærkaðust málinum hjá Paide.
B36 vóru serliga vandamiklir uppá deyðbóltar, men hetta var ikki dagurin hjá B36, sum mátti noyðast við einum málleysum javnleiki.
Javnleikur er eitt úrslit sum Paide uttan iva kann liva við og gevur teimum eitt gott útgangstøði tá liðini hittast aftur til seinna hálveik í Estlandi um átta dagar.
Dagsins maður bleiv B36 miðvallarin Taufee Skandari.