Sunnudagin fer B36 at spæla grannauppgerð ímóti HB. Fleiri tær seinastu ferðirnar hevur tað ikki gingið væl hjá árstalsfelagnum.
Har ein skriða er lopin, er onnur væntandi, plagar at verða tikið til.
Og soleiðis sær tað út til at vera í B36.
Í gjárkvøldið endaði tað í Gundadali 3-3, tá ið B36 hevði vitjan av ÍF, sum við javnleikinum vann fyrsta stigið í ár.
Longu í 17. minutti í gjárkvøldið noyddist landsliðsspælarin Andrass Johansen av vøllinum. Hann var so mikið illa skaddur, at tað bar honum ikki til at halda fram at spæla.
Nú er Andrass Johansen kannaður, og tað vísir seg, at hann hevur brotið bein í fótinum. Tí verður hann ikki við í grannauppgerðini ímóti HB sunnudagin, og Andrass Johansen verður neyvan at síggja á vøllinum undan summarsteðginum.
Talan er um dyggan smeit hjá Dan Brimsvík og B36, tí síðani í fjør hevur Andrass Johansen verið sannur lyklaspælari. Talan er eisini um smeit á landsliðnum, har Andrass Johansen seinastu ferðirnar hevur vunnið seg alt nærri føstum plássi.