Lutakastið til fyrsta undanumfar í Conference League kappingini hevur júst verið, og tað lagaði seg so, at bæði B36 og Víkingur skulu til Lettlands at spæla.
B36 møtir FK Auda, sum endaði á triðja plássi í lettlendsku deildini farna kappingarár, meðan Víkingur møtir FK Liepāja, sum endaði á fimta plássi.
Mótstøðuliðið hjá B36 verður mett at vera eitt vet sterkari enn tað hjá Víkingi, men hóast tað má sigast, at hetta var eitt gott lutakast fyri bæði føroysku liðini.
Dystirnir verða leiktir 11. og 18. juli. B36 byrjar á heimavølli, og Víkingur byrjar á útivølli.
HB tekur eisini lut í Conference League, men teir koma ikki uppí kappingina fyrr enn í øðrum umfari.
Fyrr í dag var eisini lutakastið til Champions League undankappingina, og har gjørdist greitt, at KÍ skal møta meistaraliðnum úr Luksemborg.
Tískil er góður møguleiki fyri, at øll føroysku liðini koma víðari úr fyrsta umfari.