B36 lagt upp á lærið í Sarpugerði

Eingin megnar at taka víkingarnar, sum nú eru stórfavorittar at vinna FM

Jóannes Hansen
21. apríl 2024 kl. 23:36

Sætta umfar í bestu landskappingini er lokið. Sjeynda umfar verður um eina viku, tá ið tríggir dystir vera sunnudagin og tveir mánadagin. At tað eisini verður spælt mánadagin kemst av, at tað mitt í hesi vikuni vera sjey dystir í kappingini um løgmanssteypið – mikudagin og hósdagin.

Víkingur vann 19. landskappingardystin á rað, tá ið B36 varð lagt upp á lærið og eyðmýkt 4-0. Seinni hálvleikur minti ikki sørt um, tá ið B36 fram ímóti kappingarenda í fjør var í Sarpugerði og fór suður aftur við 6-0 tapi.

Undan kappingarbyrjan var boðskapurin úr B36 húsinum, at árstalsfelagið nú roknaði við møguleikanum at vera við í FM kappingini. Tann møguleikin er fyribils burtur, og spurningurin er, um tað yvirhøvur er nakað felag, sum í løtuni er ført at bjóða Víkingi av.

Trífalda meistaraliðið í Klaksvík vann 3-0 á heimavølli ímóti B68, sum nú er felagið, ið hevur skorað fæst mál í seks teimum fyrstu umførunum. ÍF var í væl betri útgávu á heimavølli ímóti NSÍ, enn fuglfirðingar hava verið í fyrr í ár. Tað eydnaðist tó ikki at vinna stig, tí fram ímóti dystarenda koppaði tað til fyrimunar fyri NSÍ, sum vann 4-2.

HB er fremsti avbjóðari hjá Víkingi. HB hevur vunnið allar dystirnar uttan tann í øðrum umfari, tá ið tað endaði við 2-1 tapi í Sarpugerði ímóti Víkingi. Fríggjakvøldið var tað ikki so øgiliga sannførandi í Gundadali ímóti EB/Streymi, sum av álvara spískaði seg og var frammanfyri 1-0, áðrenn HB vann 2-1. Sigursmálið varð skorað átta minuttir undan leikloki.

Skálamenn fóru úr Vágum við einum stigi. Teir høvdu so mikið gott tak á spælinum í seinna hálvleiki á Dungasandi, at teir harmaðust um, at úrtøkan ikki var betri enn 1-1.

 

 

KÍ – B68 3-0 (2-0)

1-0: Páll A. Klettskarð 37.

2-0: Páll A. Klettskarð 45.+2.

3-0: Pætur J. Petersen 55.

 

ÍF – NSÍ 2-4 (0-1)

0-1: Petur Knudsen 45.

1-1: Uros Stojanov 52.

1-2: Mórits Heini Mortensen 78.

2-2: Uros Stojanov 81.

2-3: sjálvmál 89.

2-4: Petur Knudsen 92.

 

Víkingur – B36 4-0 (1-0)

1-0: Sølvi Vatnhamar 27.

2-0: Géza Dávid Turi 46.

3-0: Jákup Johansen 61.

4-0: Árni Nóa Atlason 72.

 

07 Vestur – Skála 1-1 (1-1)

0-1: Ragnar Skála 27.

1-1: Filip Brattbakk br 34.

 

HB – EB/Streymur 2-1 (0-0)

0-1: Filip Djordjevic br 59.

1-1: Áki D. Samuelsen br 64.

2-1: Áki D. Samuelsen 82.

 

Víkingur

6

6

0

0

20

3

18

HB

6

5

0

1

12

5

15

6

4

0

2

14

6

12

NSÍ

6

4

0

2

14

9

12

07 Vestur

6

3

2

1

10

8

11

B36

6

3

1

2

11

8

10

EB/Streymur

6

1

1

4

9

12

4

Skála

6

1

1

4

8

12

4

B68

6

0

1

5

2

12

1

ÍF

6

0

0

6

3

28

0

 

Máltindurin

Páll A. Klettskarð KÍ

9

Petur Knudsen NSÍ

6

Finnur Justinussen Víkingur

5

Áki D. Samuelsen HB

5

Poul Kallsberg Víkingur

4

Løgmanssteypið

Mikudagin 24. apríl

KÍ – HB: Kári J. á Høvdanum kl. 18.30

FC Hoyvík – Víkingur: Árni Brandsson Petersen kl. 17.30

B71 – AB: Bjarki Danielsen kl. 17.30

FC Suðuroy – TB: Heini Ziskason Viðoy kl. 17.30

Hósdagin 25. apríl

B68 – ÍF: Dagfinn Forná kl. 15.00

EB/Streymur – 07 Vestur: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 17.30

B36 – Skála: Alex Troleis kl. 19.00

 

7. umfar

Sunnudagin 28. apríl

Skála – B68: Heini Ziskason Viðoy kl, 17.00

EB/Streymur – KÍ: Bjarki Danielsen kl. 15.00

07 Vestur – HB: Rúni Gaardbo kl. 15.00

Mánadagin 29. apríl

NSÍ – Víkingur: Eiler Rasmussen kl. 18.00

B36 – ÍF: Árni Brandsson Petersen kl. 18.00