B36 koppaði meistarunum

Í Runavík var Petur Knudsen stóri maðurin, tá ið NSÍ vann tryggan sigur ímóti grannunum á Skála

Jóannes Hansen
16. mars 2024 kl. 23:34

Í fjør hevði KÍ fulla úrtøku, tá ið kappingin fór í summarfrí. Soleiðis verður tað ikki í ár. Í kvøld var KÍ í Gundadali, har vertirnir í B36 vunnu 2-0.

Hálvleiksstøðan var málleysur javnleikur, hóast B36 hevði havt betri tak á spælinum.

Talan var ikki um upplagdar málmøguleikar. B36 hevði gott tak á verjuspælinum, so tað var torført hjá KÍ at bróta ígjøgnum í borðunum og servera fyri Páll A. Klettskarð.

Eftir steðgin var tað meiri aftur og fram, og møguleikin øktist fyri, at tað fór at enda við málleysum javnleiki.

10 minuttir undan steðginum eydnaðist tað B36 at fáa hol á. Eftir horna úr vinstru royndi Mark F. Jensen, sum var nýggjur í KÍ málinum at beina bóltin burtur. Tað eydnaðist ikki, og eftir eitt sindur av aftur og fram var tað nýggi B36 spælarin Anton Søjberg Horup, ið eitt korter frammanundan varð skiftur inn, sum setti bóltin í málið.

Og tá ið klokkan var farin tríggjar minuttir út um vanligu leiktíðina, var tað sami maður, sum sneiddi framvið málverjanum og setti bóltin í málið og staðfesti 2-0 heimasigurin. Hetta var fyrsta ferðin síðani í 2020, at B36 vann landskappingardyst ímóti KÍ.

Í Runavík vann NSÍ í kvøld 3-1 ímóti grannunum av Skála. Stóri maðurin hjá NSÍ var Petur Knudsen, sum í 1. hálvleiki skoraði til 1-0, og sum síðani legði innfyri við horna úr høgru, og so sendi miðvallarin Betuel Hansen við høvdinum bóltin í málið.

Miðskeiðis í 2. hálvleiki minkaði Skála um munin, tá ið Djóni Petersen var fyrstur á returbólti, eftir at Nicolai Møller Dohn hevði roynt seg við frísparki úr 25 metrum.

Tað var bara spennandi í fýra minuttir, tí so var Petur Knudsen aftur upp á spæl, tá ið hann av brotsteigarmarkinum og við frísparki sendi bóltin omanfyri manngarðin og í málið.  

 

NSÍ – Skála 3-1 (2-0)

1-0: Petur Knudsen

2-0: Betuel Hansen

2-1: Djóni Petersen

3-1: Petur Knudsen

Dómari: Kári J. á Høvdanum

NSÍ: Kristian Joensen – Meinhard D. Geyti, Terzic Adi, James Drye, Pætur Hentze – Betuel Hansen, Konrad Gustafsson, Steffan A. Løkin – Jasper Van Der Heyden, Klæmint A. Olsen, Petur Knudsen

Skála: Karstin Hansen – Bjarti Thorleifsson, Jákup Jakobsen, Kristian Martin Jacobsen, Djóni Petersen – Nicolai Møller Dohn, Jan Ingason Hansen – Marjus Nón, Ragnar Skála, Teitur Poulsen  – Carlos Ferreira

 

B36 – KÍ 2-0 (0-0)

1-0: Anton Søjberg Horup

2-0: Anton Søjberg Horup

Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen

B36: Bjarti Vitalis Mørk – Jann J. Benjaminsen, Thomas Lillo, Vilmer Johannes Rønnberg, Magnus Egilsson – Jelle van der Heyden, Mattias Hellisdal, Andrass Johansen – Marius Kryger Lindh, Zean Peetz Dalügge, Bjarki C. Nielsen

KÍ: Mark F. Jensen – Jóannes K. Danielsen, Cedric Yambéré, Jákup N. Vilhelmsen, Patrick da Silva – René Shaki Joensen, Claes Philip Kronberg – Árni Frederiksberg, Mads Bo Mikkelsen, Pætur J. Petersen – Páll A. Klettskarð