23 ára gamli Anton Søjberg og B36 hava í dag skrivað undir sáttmála, sum sigur, at Anton Søjberg fer at spæla við B36 í 2024.
B36 sigur, at nýggi spælarin kann røkja øll tey framrættaðu plássini.
B36 skrivar:
Anton er sprelskur spælari við góðum bóltførleika.
Danski álopsspælarin flytur til Føroya úr Íslandi, har hann síðsta heyst spældi við HK, Handknattleiksfélag Kópavogs.
Hann skeyt fýra mál í níggju landskappingardystum, og tað var týdningarmikið fyri, at hann og liðfelagarnir sluppu undan niðurflyting.
Anton Søjberg hevur áður spælt fyri Braband IF, Skive IK og Vendsyssel FF í triðbestu og næstubestu deildini í Danmark.
Bíðað verður nú eftir, at øll loyvini eru komin upp á pláss. Tað er av somu orsøk ikki vist, at Anton verður við í hópinum, sum sunnudagin fer at spæla á Svangaskarði.
Herfyri var greitt, at Michal Przybylski ikki fer at spæla komandi vikurnar. Hann hevur verið illa darvaður av skaða, sum krevur, at hann nú fer undir skipaða endurvenjing.
Avtalan millum B36 og Søjberg er galdandi fyri kappingarárið 2024, skrivar B36.