B36 hevur sett nýggjan venjara
B36 hevur sett Martin Wood sum høvuðsvenjara hjá 1. deild monnum fyri komandi kappingarár
Jóannes Hansen
11. februar 2024 kl. 16:53
Martin Wood er 29 ára gamal, og hann hevur seinastu árini verið venjari hjá U17 og U19 hjá FC Helsingør. Hann hevur eisini verið rundan um besta liðið hjá FC Helsingør.
Martin Wood er settur í fulltíðarstarv sum B36 venjari, og hann fer at vera partur av sokallaða transitióntoyminum saman við Lukas Enevoldsen og Lassa Deichmann. Har fara teir at leggja serligt fokus á spælaramenningina frá at vera ungdómsspælari til at vera vaksnamannaleikari.
Tonny Brimsvík hevur eisini longt sín sáttmála og fer sostatt undir triðja árið sum hjálparvenjari hjá 1. deild monnum.
Vit ynskja teimum allarbestu eydnu við stóru og umráðandi arbeiðsuppgávuni, skrivar B36 í dag.