B36 hevur sett hjálparvenjara

Hann verður tann sami, sum røkti uppgávuna síðsta kappingarár

B36.fo
15. november 2024 kl. 11:30

Lukas Schmedes Enevoldsen verður hjálparvenjari hjá Jákup Martin Joensen komandi tvey kappingarárini.

Avtalan kom upp á pláss í gjár.

Tað skrivar B36 í dag, og árstalsfelagið heldur fram:

Sum høvuðsvenjarin Jákup Martin Joensen greiddi frá í B36 Varpinum í gjár, so hevur Lukas Schemedes Enevoldsen havt eitt annað áhugavert arbeiðstilboð á borðinum úr Danmark, men hann vil heldur vera partur av framtíðarætlanunum í B36.

31 ára gamli Enevoldsen var stinnur verjuspælari hjá okkum í 2021 og 2022, og hann spældi 52 dystir fyri besta mansliðið tey bæði árini, umframt at vera ungdómsvenjari í felagnum.

Hann fór síðan undir venjarayrkið sum partur av venjaratoyminum hjá Brabrand í triðbestu donsku deildini, og fyri einum ári síðan kom hann aftur til Føroya sum hjálparvenjari og transitiónsvenjari.

Og nú er greitt, at hann heldur fram í Føroyum og B36.