B36 leitar eftir skarprættara er yvirskriftin í Sosialinum í dag. Og í kvøld boðar B36 frá, at teir í árstalsfelagnum hava funnið álopsspælaran, sum teir í fyrireikingunum til nýggja kappingarárið hava saknað.
Talan er um útlending, sum er kendur í føroyskum fótbólti, og sum í fjør spældi við KÍ. Tað er Valerijs Sabala úr Lettlandi. 28 ára gamli álopsspælarin var við í 18 landskappingardystum í bestu deildini, og hann skoraði 7 mál. Faroesoccer veit at siga, at hann var bara 464 minuttir á vøllinum, tí hann varð 14 ferðir skiftur inn, og hann var fýra ferðir skiftur út.
Soleiðis sum B36 hópurin er mannaður, er tað einki at ivast í, at Valerijs Sabala fer at fáa fleiri møguleikar at vísa, hvør dugur er í honum, enn hann fekk í Klaksvík í fjør.
Valerijs Sabala hevur spælt 53 landsdystir og skorað 13 mál fyri Lettland.
Fyrsti dysturin hjá B36 í nýggja kappingarárinum verður sunnudagin á útivølli ímóti Víkingi.