Allahalgannadag – 1. november – í 2020 var 26. umfar. Hetta var stóra koronaárið, og henda dagin spældu Víkingur og B36 í Gøtu. Tá fór B36 úr Sarpugerði við 3-1 sigri. Síðani tá hevur B36 einki stig vunnið á útivølli ímóti Víkingi. Inntil í dag.
Í kuldanum og vetrarveðrinum í Sarpugerði er gott lag í B36 leguni. Í fyrsta umfari vann B36 3-0 ímóti Víkingi. At spæla á útivølli ímóti Víkingi í fyrsta umfari var ikki so galið hjá B36. Hjá teimum flestu verður luturin at fara úr Gøtu við ongum, og Víkingur varð roknað at vera favorittur í dag.
Tí er 3-0 sigurin sera søtur hjá B36, og gongdin vísti, at B36 er væl fyri. Taufee Skandari úr Turkalandi vísti í dag, at hann er stórur styrkur sum framættaður í høgru. Hann legði upp til 1-0 málið, sum Bjarki C. Nielsen skoraði, tá ið ein hálvur tími. Bjarki kom á vøllin, áðrenn 10 minuttir vóru farnir. Hann avloysti Símun Sólheim, sum fór skaddur av vøllinum.
B36 styrkti um fyritreytirnar beinanvegin í seinna hálvleiki. Tá var tað vongverjin í vinstru Magnus Egilsson, sum økti um munin til 2-0. Hann hevði í fyrra hálvleiki risamøguleika at skora eftir frísparksinnlegg. Ein av nýggju monnunum átti uppleggið til 2-0 málið. Tað var Aron Knudsen.
Beinanvegin eftir, at B36 hevði økt um leiðsluna, skifti Víkingur tríggjar spælarar út. Bergur Gregersen, Jákup Johansen og Martin Klein avloystu Árna Nóa Atlason, Arnbjørn Svensson og Olaf Bárðarson. Víkingur hevði møguleikar at minka um munin, eitt nú tá ið bólturin við frísparki varð sendur í stólpan og fór aftanfyri Mattias H. Lamhauge, men tað eydnaðist ikki Víkingi at minka um munin.
Heldur var tað B36, sum 20 minuttir undan dystarenda økti um munin til 3-0. Málskjútti var eyðsýndi Taufee Skandari. Og so var tað botnurin hjá Víkingi, tá ið brotsspark varð misnýtt. Atli Gregersen hevði ilt við at fáa bóltin at liggja í kavaælinum. Tað sá út til, at hann skundaði sær at skjóta, og Mattias H. Lamhauge vísti landsliðsstøði, tá ið hann tveitti seg og bjargaði.
Víkingarnir hava orsøk at vera skelkaðir eftir avrikið og úrslitið, og í B36 leguni trumma tey og fegnast um, at tað í fyrsta umfari hilnaðist væl betur, enn nakar hevði roknað við, at tað fór at gera.
Um eina viku fer Víkingur at spæla á útivølli ímóti B68, meðan B36 í Gundadali fer at fáa vitjan av 07 Vestur.
Víkingur – B36 (0-2)
0-1: Bjarki C. Nielsen
0-2: Magnus Egilsson
0-3: Taufee Skandari
Dómari: Dagfinn Forná