B36 er víðari - HB og Víkingur eru liðug í Evropa fyri í ár

Trý føroysk lið skuldu í eldin í Conference League í kvøld. B36 tryggjaði sær víðari luttøku, meðan HB og Víkingur fara í summarferiu 

Ragnar Sjúrðarson
20. juli 2023 kl. 21:41

Fyrri dysturin millum B36 og Paide endaði 0-0 í, so B36 mátti fram at skora fyri at tryggja sær víðari luttøku í Conference League. Eftir at vanliga leiktíðin í Tallin í Estlandi var farin, var støðan framvegis 0-0.

Í umdystinum skoraðu Eli Falkvard Nielsen og Michal Przybilski innan fyrstu fimm minuttirnar og tryggjaðu harvið B36 sigurin. Símun Sólheim legði upp til bæði málini.

Í dystinum millum Inter Club D' Escaldes og Víking byrjaði felagið úr Andorra við eini 2-1 leiðslu.

Víkingur megnaði at skapa nakrar støður, men tað bleiv aldrin veruliga vandamikið og tá 64 minuttir vóru leiktir skoraði Sascha Andreu hjá Inter Club D' Escaldes til 1-0 og samanlagda støðan bleiv tí 3-1. 

Góðar 10 minuttir seinni megnaði Sølvi Vatnhamar, at minkað um munin við brotsparksmálið, men tað var ikki nokk og Víkingur er sligið út úr Conference League.

Í Írlandi tók Derry City móti HB í seinna dystinum í fyrsta undanumfarinum í Conference League. Á Tórsvølli endaði dysturin við málleysum javnleiki.

Í Írlandi kom bert tað eina málið og tað var Sadio Dialo, sum í 23`inda minutti legði Derry City á odda.

Tvey av fýra føroyskum liðum hava megnað at vinna seg víðari úr fyrsta undanumfarinum. KÍ í Champions League og B36 í Conference League. 

Hjá HB og Víkingi er evropeiska ævintýrið liðugt á hesum sinni.