B36 hevur pakkað saman í Rijeka í Kroatia. Seinni dysturin í 3. umfari í Conference League er liðugur, og máltalvan vísir 2-0. Á Tórsvølli endaði tað fyri einari viku síðani við 3-1 útisigri, og samantaldi sigurin hjá Rijeka er 5-1.
B36 hevði stóran møguleika at leggja seg á odda longu í fyrsta minutti, tá ið Bjarki C. Nielsen, sum í dag var í fremstu røð saman við Taufee Skandari, las støðuna væl í sambandi við innkast til heimaliðið, men tað eydnaðist ikki at fáa bóltin í málið.
Fyrsta korterið vóru B36 spælararnir sera væl upplagdir. Tá ið heimaliðið eftir lítið korter legði seg á odda við hornasparki, legði tað dempara á B36, sum tó var væl við í ein hálvan tíma. So var heimaliðið greitt omaná, og tá ið tað restaðu átta minuttir, økti heimaliðið um leiðsluna til 2-0.
Tá vóru fleiri ungir B36 spælarar skiftir inn. Beinanvegin eftir steðgin avloysti Mattias Hellisdal liðformannin Eli Falkvard Nielsen, og eitt lítið korter undan leikloki komu bæði Lukas G. Giessing, sum í summarsteðginum skifti til B36, og Emil Weihe Joensen á vøllin. Hannes Agnarsson var alla tíðina á vøllinum, tí hann er skaddur. Hann hevur beklað fótin.
Mattias H. Lamhauge vardi feiri ferðir B36 málið sera væl. At hann er væl fyri kann fara at vísa seg at hava stóran týdning fyri Føroyar í landsdystunum, sum ikki eru so langt burtur, tí, sum tað sær út í løtuni, so verður tað hann, sum fer at verja føroyska málið.
Eisini sentrali miðvallarin Andrass Johansen var sera sannførandi.
Mánakvøldið klokkan 18 fer B36 at spæla landskappingardyst á heimavølli ímóti B68.
Nú er KÍ einasta føroyska felagið í europeisku kappingini.
HNK Rijeka heldur fram í kappingini. Kroatiska liðið fer at dystast við franska Lille um pláss í Conference League bólkaspælinum.
HNK Rijeka – B36 2-0 (1-0)
Conference League 3. umfar
Hósdagin 17. august 2023 kl. 19.15 á HNK Rijeka í Rijeka í Kroatia
1-0: Marco Pašalic 14.
2-0: Alan Grigić 82.
HNK Rijeka samantaldur vinnari við 5-1
Dómarabólkur úr Ukraina: Oleksii Derevinskyi, Andrii Skrypka, Viktor Matyash og Dmytro Kryvushkin (4. Dómari)
B36: Mattias H. Lamhauge – Símun Sólheim, Isas Jönsson, Sonni Ragnar Nattestad, Magnus Egilsson (Lukas G. Giessing, 79.), Jann J. Benjaminsen – Andrass Johansen (Emil Weihe Joensen, 79.), Eli Falkvard Nielsen (Mattias Hellisdal, 46.), Michal Przybylski – Bjarki C. Nielsen (Aron Knudsen, 61.), Taufee Skandari (Valerijs Sabala, 61.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Silas Eyðsteinsson, Hans Jørgensen, Hannes Agnarsson, Carl Mikkelsen
Gult kort: Sonni Ragnar Nattestad
Venjari: Dan Brimsvík