Avtalan kann koma í dag

- Tað er allarhelst í dag, tí tað byrjar at gerast ábyrgdarleyst, tá ið SAS missur so nógvar pengar, soleiðis segði Marianne Hernæs, samráðingarleiðari hjá SAS, áðrenn hon seti seg við samráðingarborðið klokkan átta í morgun, sambært Danmarks Radio

Kristian Waag Dam
18. juli 2022 kl. 12:04

- Tað er allarhelst í dag, tí tað byrjar at gerast ábyrgdarleyst, tá ið SAS missur so nógvar pengar, soleiðis segði Marianne Hernæs, samráðingarleiðari hjá SAS, áðrenn hon seti seg við samráðingarborðið klokkan átta í morgun, sambært Danmarks Radio. Higartil hevur verkfallið kostað flogfelagnum upp móti eina milliard krónur.

So um tað ikki verður í dag, so kemur ongin loysn?

- Tað sær soleiðis út. Sum samráðingarleiðari kemur mann til eitt stað, har mann má viðurkenna, at slagið er tapt, staðfesti samráðingarleiðarin sambært Danmarks Radio. Flogskipararnir fóru í verkfall tann 4. juli.

Samráðingarnar millum flogskipararnar og fíggjarliga skerda flogfelagið, vóru tiknar uppaftur í morgun. Í gjárkvøldið fóru partarnir hvør til sítt, eftir at partarnir høvdu samráðst í 33 tímar uttan koma fram til nakra loysn.

Hóast samráðingarnar higartil ikki hava borið frukt við sær, so er ein av svensku semingsmonnunum bjartskygdur uppá dagsins samráðingar.

- Um viljin er til – og tað veit eg, at hann er – so kann hetta loysast í morgin (mánadagin), segði Claes Stråth, sum er ein av semingsmonnum, við svensku tíðindastovuna TT í gjár, sambært Ritzau.

Flogskipararnir og SAS samráðast í dag í Näringslivets húsinum í Stockholm.