Avtala um nýtt undirlag á Argjum

Tórshavnar býráð hevur gjørt av, at Føroya Møblasøla skal veita nýtt graslíki til fótbóltsvøllin á Argjum. Aftur hesaferð er avtalan gjørd, uttan at arbeiðið verður boðið út

Steinar Patursson
25. mars 2022 kl. 16:02

Tórshavnar býráð hevur gjørt av at taka av einum tilboði hjá Føroya Møblasølu um nýtt graslíki til fótbóltsvøllin Inni í Vika á Argjum.

Ætlanin var upprunaliga, at íslendska Metatron skuldi veita nýggja graslíkið, eins og á teimum trimum vallunum í Gundadali. Men sambært gerðabókini hjá býráðnum komu kommunan og Metatron ikki ásamt um sáttmála, tí at ov langt var millum partarnar.

Avgerðin at fara undir samráðingar við Metatron um graslíkið á Argjum varð tikin, uttan at arbeiðið varð boðið út, og nú tann ætlanin er slept, er avgerðin um at keypa DOMO undirlag frá Føroya Møblasølu somuleiðis tikin, uttan at undirlagið er bjóðað út til fleiri veitarar.

Við Dimmalætting í desember í fjør segði Annfinn Brekkstein, formaður í mentamálanevndini, at avgerðin um polytan undirlagið hjá Metatron varð tikin, tí at tað var ynskiligt at fáa polytan undirlag á vøllin, og at umsitingin hevði mælt til tilkeyp á sama grundarlagi og vallirnir í Gundadali.

Í tilgongdini eftir at ætlanin við Metatron er slept, hevur umsitingin kortini mælt til at arbeiðið skuldi bjóðast út til í minsta lagi tveir veitarar, og ein minniluti í mentamálanevndini (Annika Olsen og Ruth Vang) og ein minniluti í fíggjarnevndini (Annika Olsen og Elsa Berg) mæltu eisini til, at undirlagið skuldi bjóðast út.

Sama undirlag er á vøllinum í Gøtu, og til undirlagið hoyrir eisini tundurfylla ístaðin fyri gummigranulat, ið hevur verið nógv brúkt seinastu árini. Nýggja undirlagið við tundurfyllu í Gøtu hevur bert ligið í sjey mánaðir, og umsitingin hjá Tórshavnar kommunu metir, at sum útgangsstøði hevði verið best, um tað undirlagið slapp at liggja í eitt ár, soleiðis at tað ber at síggja, hvussu tað roynist.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, hevði ikki stundir at gera viðmerkingar í dag.