Avstralia vil banna sosialar miðlar fyri børn undir 16 ár

Avstralska stjórnin ynskir at lóggeva eitt forboð fyri, at børn undir 16 ár fáa atgongd til sosialar miðlar. Tað sigur Anthony Albanese, forsætisráðharri.

Halgir Winther Nagata
8. november 2024 kl. 18:00

Avstralska stjórnin ynskir at lóggeva eitt forboð fyri, at børn undir 16 ár fáa atgongd til sosialar miðlar. Tað sigur Anthony Albanese, forsætisráðharri.

Í løtuni verður arbeitt við royndar verkætlanin fyri hvussu hetta kann gerast, og lógin kann koma í gildi longu næsta ár, skrivar Reuters.

"Sosialir miðlar skaða okkara børn, og eg sigi nú stopp. Um tú ert eitt 14 ára gamalt barn, sum verður útsett fyri hesum, meðan tú fert ígjøgnum lívsins broytingar, kann tað vera ein sera trupul tíð, og tað, vit gera, er at lurta og síðani handla," sigur Albanese.

Hetta vildi verðið heimsins strangastu reglar á økinum. Eisini børn sum longu hava brúkarar verða noktaði atgongd sambært ætlanini, og undantak frá foreldrum verður ikki góðtikið.