Heimskenda Grand Slam-kappingin, Australia Open, ið byrjar í morgin tann 17. januar, verður uttan serbisku heimsstjørnuna Novak Djokovic. Fyri nøkrum vikum síðan kom fram, at Djokovic neyvan slapp at luttaka til Australia Open. Stutt eftir var boðað frá, at hann slapp at vera við allíkavæl. Aftur og fram, soleiðis hevur søgan Djokovic og avstralsku myndugleikarnar verið, men nú tykist endaligi kapittullin í málinum at vera av. Hetta tí, at avstralski dómstólurin í morgun endaliga hevur avgjørt, at frátaka innfararloyvið hjá Djokovic. Tennisstjørnan misti innfararloyvið fríggjadagin. Tá Alex Hawke, australski immigratiónsráðharrin, fríggjamorgun strikaði innfararloyvið hjá Novak Djokovic.
Snúningspunktið í málinum hevur verið, at Djokovic ikki hevur upplýst, hvørt hann er koppsettur ella ikki. Fløkta málið byrjaði 5. januar, tá Djokovic lendi í Avstralia og misti innfararloyvið, eftir at marknaeftirlitsmyndugleikarnir mettu, at Djokovic ikki hevði megnað at lagt tey neyðugu prógvini fram. Hetta gert síðan eitt rættarmál. 10. januar vinnur Djokovic rættarmálið, ið setur innfararloyvið hjá honum í gildi aftur. 14. januar missur tennisstjørnan aftur innfararloyvi. Hesaferð tí Alex Hawke, avstralski immigratiónsráðharrin, frátók honum innfararloyvið. Eisini hettar gert eitt rættarmál. Í morgun avgjørdi avstralski dómstólurin, at innfararloyvið hansara framhaldandi verður ógildað, og at hann verður vístur av landinum.
Novak Djokovic liggur nummar eitt á altjóða styrkislistanum og hevur samanlagt vunnið 20 Grand Slam-kappingar. Hevði hann vunnið Australia Open, so hevði hann yvirhála bæði Roger Federer og Rafael Nadal, ið báðir hava 20 Grand Slam meistaraheiti.
Grand Slam-kappingin, Australia Open, byrjar mánadagin. Tað verður italianski Salvatore Caruso, sum skal avloysa Djokovic. Caruso skal spæla sín fyrsta dyst ímóti serbiska Miomir Kecmanović.