Ein hending á flogvøllinum í Doha í Katar, har fleiri kvinnur eru blivnar kannaðar á ósømiligan hátt, er latið upp í hendurnar á løgregluni í Avstralia.
Tað upplýsa avstralskir myndugleikar.
Kvinnuligu ferðafólkini, ið vóru við einum flogfari hjá Qatar Airways, har 13 fólk úr Avstralia vóru við, vórðu kvinnurnar noyddar til eina gynekologiska kanning í einum sjúkrabili á lendingarbreytini, eftir at eitt nýføtt barn varð funnið á einum vesi í farstøðini í floghavnini.
Avstralska uttanríkiskvinnan, Marise Payne, váttar í dag, at avstralska stjórnin hevur tikið sakina upp og hevur lagt hana fram fyri sendimanninum úr Katar.
Uttanríkiskvinnan greiðir frá, at henda óvanliga hendingin á fløgvøllinum, ið hendi fyrr í oktober, eisini er meldað til løgregluna í Avstralia.
- Hetta er ein sera ørkymlandi og stoytandi hending. Hetta er ikki nakað, eg havi hoyrt um fyrr í mínum lívi, sigur Marise Payne.
Hon leggur afturat, at avstralska stjórnin hevur “gjørt síni sjónarmið í hesi sak rættiliga klár yvirfyri stjórnini í Katar”.
Sambært uttanríkiskvinnuni, so er tað hugstoytandi, um kvinnurnar yvirhøvur hava givið samtykki til kanningina, tá talan er um so privat og persónlig viðurskifti.
Marise Payne væntar, at avstralska stjórnin fer at fáa eina almenna frágreiðing frá myndugleikunum í Katar innan eina viku.
Mamman á barninum er ikki funnin, men barnið hevur tað eftir umstøðunum gott.
Kelda: Ritzau, Reuters