Avslátturin til havbúnaðin verður tikin burtur

Ætlanin er, at havbúnaðurin nú skal rinda fullan prís fyri heilivág, sum Apoteksverkið veitir havbúnaðinum

hmr.fo
3. oktober 2024 kl. 18:24

Í sambandi við arbeiðið við fíggjarlógaruppskotinum fyri 2025, er semja um at taka avslátturin til havbúnaðin burtur, soleiðis at havbúnaðurin frameftir rindar fullan prís fyri heilivág, sum Apoteksverkið veitir havbúnaðinum.

Heilsumálaráðið hevur orðað uppskotið um broyting í Kunngerð um broyting um áseting av søluprísi í heilivági, sum er sent til ummælis. Freistin er 29. oktober.

Upprunaliga var avslátturin til havbúnaðin ásettur í kunngerð í 1990’unum, tá alivinnan var illa fyri fíggjarliga. Í dag er alivinnan í eini heilt aðrari støðu, og verður ikki mett, at alivinnan framvegis hevur tørv á hesum fíggjarliga stuðli frá almennari síðu.

Havbúnaðurin rindar í dag 90 % av frumsøluprísinum, tað vil siga, at avslátturin er 10 %. Broytingin hevur við sær at avslátturin verður tikin burtur.