Donald Trump er einasti forsetin í nýggjari tíð, ið ikki hevur almannakunngjørt síni skattaviðurskifti. Nú hevur New York Times almannakunngjørt eina frágreiðing, har tað kemur fram, at forsetin ikki hevur goldið stórvegis av skatti.
Stórmogulurin, ið fór frá Trump Tower til tey Hvítu Húsini eftir forsetavalið í 2016, hevur ikki goldið inntøkuskatt í 10 av teimum seinastu 15 árunum, áðrenn 2016, og einans 750 dollarar – smáar 5000 krónur í 2016, tá hann førdi valdyst og aftur í 2017 sum sitandi forseti.
Forsetin var ikki blíður, tá hann í gjár varð spurdur um frágreiðingina. Aftursvarið var: “It´s fake news. Totally fake news”.
Frágreiðingin kemur bert nakrar fáar dagar áðrenn, at Donald Trump og Joe Biden skulu hittast til kjak týsdagin.
Her eru nøkur punkt frá frágreiðingini:
Rokningar til hársnið fyri 450.000 krónur
Trump hevur verið ágangandi við krøvum til ávísar útreiðslur, sum hava krympað hansara skattarokning, sambært NYT. Hetta sæst m.a. aftur, at Trump hevur havt útreiðslur til hársnið fyri 450.000 krónur, ið eru knýttar at “The Apprentice”, sum var hansara egna sjónvarpssending.
Lítla skattarokning
Í 2016 og 2017 hevur Trump einans goldið smáar 5000 krónur í inntøkuskatti, sambært NYT. Í 10 av teimum seinastu 15 árunum, áðrenn 2016, hevur Trump als ikki goldið nakran inntøkuskatt. Hóast eina inntøku av fleiri hundrað mió. dollarum, er skattarokningin tillagað við stórum tapum vegna hansara vinnuvirksemi.
Stórtap av ognum
Nakrar av ognunum hjá Trump hava ikki kastað nakað av sær, stendur í frágreiðingini hjá NYT. Trump hevur meldað tap fyri meira enn 315 mió. dollarar uppá golfvøllir síðani 2000. Eitt gistingarhús, hann opnaði í Washington í 2016, hevur havt tap fyri yvir 55 mió. dollarar.
Stórur partur av inntøkuni stavar frá brúksrættindum
The New York Times nevnir eisini í frágreiðingini, at stórur partur av inntøkunum hjá Trump stavar frá, at selja seg sjálvan – brúkararættin til sítt navn og andlit úteftir. Frágreiðingin sigur, at fyrrverandi sjónvarpsstjørnan hevur forvunnið tilsamans 427,4 mió. dollarar frá 2004 til 2018 við at selja sítt navn og andlit úteftir gjøgnum nógv ymisk brúksrættindi.