Avrikið í Klaksvík gevur toftamonnum blóð á tonna

Íblásturin frá venjaranum fekk toftamenn at avrika soleiðis, at teir ikki fara at flyta niður og eiga at rokna við møguleikanum í steypakappingini

Mynd: Oliver Joensen/nordlysid.fo
Jóannes Hansen
18. september 2023 kl. 21:39

Tað endaði 1-1, tá ið B68 í kvøld var í Klaksvík. Hjá KÍ snúði tað seg um at fáa øll stigini til høldar uttan av álvara at spenna seg út. Hetta skal ikki skiljast soleiðis, at teir bláu á vøllinum ikki arbeiddu fyri søkini, tí tað gjørdu teir. Men tað vísti seg – sum ímóti 07 Vestur tá ið úrslitið eisini var 1-1 og í 3-2 heimasigrinum ímóti EB/Streymi – at tað merkist heilt skjótt, tá ið fleiri av teimum fyrstu ellivu sita á beinkinum ella ikki eru á listanum.

Hálvleiksstøðan var 1-1, og tað var góð mynd av dystargongdini. Árni Frederiksberg, sum varð innskiftur tveir minuttir frammanundan, legði í 22. minutti KÍ framum við brotssparki, og næstu løtuna vóru onkrir møguleikar at økja um leiðsluna, uttan at tað eydnaðist.

Toftamenn vóru grammir og ágangandi, teir dugdu væl við bóltinum í ein ímóti einum støðum og viðhvørt í hugflogsríkum samanspæli, og so vóru mistøkini fá í verjuspælinum, har miðverjin Áki Johannsen var ein knassi, bæði í luftspælinum og á vøllinum.

Tríggjar minuttir undan steðginum javnaði B68. Málskjútti var Boubacar Dabo, sum sneiddi framvið tveimum, áðrenn hann úr 18 metrum og mitt fyri sendi bóltin í málið.

Magne Hoseth hevði ætlað at spara fleiri av lyklaspælarunum, sum hóskvøldið fara at spæla í Europa Conference League í Bratislava. Men hann kendi seg eftir steðgin noyddan at skifta Jóannes K. Danielsen, Páll A. Klettskarð og Deni Pavlovic inn. Fleiri ferðir var tað tætt við at verða mál, tí tvær ferðir endaði bólturin á tvørtrænum, og aðrar ferðir bjargaði Benjamin Schubert væl, og uppaftur aðrar ferðir ofraðu verjuspælararnir seg fult og heilt, tá ið teir blokeraðu.

-B68 spældi væl í fyrra hálvleiki, men eftir steðgin høvdu vit nóg nógvar málmøguleikar at avgera okkum til fyrimunar, men í kvøld høvdu vit ikki marginalirnar við okkum, staðfestir KÍ venjarin Magne Hoseth.

B68 venjarin Jákup á Borg er ógvuliga væl nøgdur við avrikið og úrslitið, sum hann heldur vera vunnið stig í Klaksvík.

-KÍ eigur besta liðið í Føroyum, og tá ið vit megna 1-1 á útivølli ímóti klaksvíkingum, so eiga vit at vera sera væl nøgdir. Allir okkara ofraðu seg fult og heilt, og so mugu vit ásanna, at vit høvdu hepnið við okkum, og tað er neyðugt at vera heppin, um tað skal eydnast at vinna stig í Klaksvík, staðfestir Jákup á Borg, sum heldur, at tá ið tikið verður saman um, so hevði tað verið mest sum ov nógv av tí góða, um tað í vandamiklum skjótálopum hevði eydnast at skorað eitt mál aftrat og harvið havt øll stigini við út aftur á Toftir.

Støðutalvan sigur, at B68 hevur 19 stig. Tað eru seks stig og væl betri málmunur aftur til niiðurflytingarpláss. Á pappírinum er framvegis møguleiki fyri, at B68 fer at flyta niður, og tað taka toftamenn í álvara, men í veruleikanum kennist tann møguleikin at vera sera fjarur.

B68 eigur seinnu hálvfinaluna ímóti EB/Streymi. Toftamenn eru frammanfyri 3-0, og tað skal ganga verri enn illa, um B68 ikki verður partur av steypafinaluni. Í finaluni verður mótstøðuliðið 07 Vestur ella HB. Hugburðurin og avrikið í Klaksvík í kvøld eru fyri toftamenn staðfesting av, at teir kunnu megna væl meiri, enn teir ofta hava víst fyrr í ár. Tað fer B68 venjarin Jákup á Borg frá nú av og til kappingarlok – og ikki minst í steypakappingini – aftur og aftur at minna teir á.

KÍ – B68 1-1 (1-1)

1-0: Árni Frederiksberg br 22.

1-1: Boubacar Dabo 42.

Dómari: Heini Ziskason Viðoy

KÍ: Markus Olsen Pettersen – Odmar Færø, Børge Petersen, Vegard Forren – Símun Kalsø, Luc Kassi, Jákup B. Andreasen, Patrick Da Silva – Mads Bo Mikkelsen, Sivert Gussiås, Issah Ahmed Latif

B68: Benjamin Schubert – Fríði í Túni Petersen, Áki Johannesen, Aron Reinert Hansen, Alex Mellemgaard – Aleksandur Ó. Jensen, Sebastian Lau Nielsen – Boubacar Dabo, Ragnar Samuelsen, Hanus Højgaard – Jørgen Nielsen

21

18

2

1

52

15

56

B36

22

17

1

4

49

17

52

HB

21

15

2

4

57

17

47

Víkingur

21

13

3

5

52

20

42

07 Vestur

22

10

4

8

37

32

34

EB/Streymur

21

6

2

13

22

40

20

B68

22

4

7

11

22

38

19

TB

22

4

4

14

13

49

16

AB

22

4

1

17

19

53

13

ÍF

22

4

0

18

19

61

12

Týsdagin 19. september

HB – Víkingur: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 18.00

Sunnudagin 24. september

ÍF – AB: Jóhan Hendrik Ellefsen

Víkingur – 07 Vestur: Rúni Gaardbo kl. 15.00

B68 – EB/Streymur: Rúni Olsen

TB – KÍ: Alex Troleis kl. 15.00

Mánadagin 25. september

B36 – HB: Bjarki Danielsen