Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum fer nú at leggja uppskot fyri Løgtingið um at broyta lógina um sjófeingi.
Landsstýrismaðurin sigur, at hetta eru neyðugar broytingar, nú lógin hevur virkað í nøkur ár.
– Endamálið er at tryggja vinnuni tryggar karmar og gjøgnumskygdar og rættvísar reglur at virka undir, sigur hann.
Endamálið er eisini at tryggja, at føroyska samfelagið fær sum mest burturúr, og hevur fult ræði á livandi tilfeinginum, sum vit føroyingar eiga í sjónum, sigur Dennis Holm.
Ein broyting er, at nú verður ognarskapurin hjá útlendingum í føroysku fiskivinnuni, avmarkaðir enn meir.
Eftir lógini kunnu útlendingar eiga 25 prosent í einum felagi við veiðirættindum. Men tað er bara til 1. januar 2032, tá øll fiskivinnan skal vera á føroyskum hondum burturav.
– Hetta merkir eisini, at fram til 2032, kann útlendskur eigaraskapur veksa upp til 25 prosent, samstundis sum nýggj feløg í fiskivinnuni kunnu verða stovnað við útlendskum eigarum.
Reglurnar fyri útlendskan ognarskap verða nú broyttar soleiðis, at hereftir kunnu fleiri útlendingar ikki keypa seg inn í føroysk feløg við veiðirættindum.
Somuleiðis kunnu útlendingar, sum longu eiga í fiskivinnuni í veiðiliðnum. ikki kunnu økja um sín ognarlut ella avgerðarrætt í feløgum fram til 1. januar 2032, tá allur útlendskur ognarskapur skal vera burtur úr fiskiskipunum.
– Ein skiftisskipan verður framhaldandi fram til 2032, sum loyvir verandi útlendingum at halda fram. Men hereftir kunnu teir tó ikki økja sín ognarlut ella avgerðarrætt, sigur Dennis Holm.