Avlopið á gjaldsjavnanum er góðar 100 milliónir krónur hægri enn í 2022

Uppgerðin av rakstrarviðskiftum gjaldsjavnans fyri 2023 vísir, at vit hava 1,3 milliardir krónur í avlopi

hagstova.fo
2 tímar síðan

Stór avlop hava verið á rakstrarviðskiftum gjaldsjavnans síðani 2013.  Í 2023 vóru inntøkurnar frá sølu av vørum og tænastum, inntøkur frá fíggjarognum uttanlands og flytingar frá útlondum 18, 6 milliardir krónur. Útreiðslurnar vóru 17,3 milliardir krónur í 2023. Hetta gevur eitt avlop á gjaldsjavnanum uppá 1,3 milliardir krónur.

Vørujavnin hevur eitt avlop uppá 1,3 milliardir krónur, meðan tænastujavnanum hevur eina milliard krónur í halli. Lønarflytingarnar og rakstrarflytingarnar geva eitt íkast til avlopið uppá ávikavist 750 og 808 milliónur krónur. Hinvegin er hall av fíggjarinntøkunum, har útlendingar hava 1,4 milliardir í avkasti teirr íløgum í Føroyum, meðan føroysku íløgurnar í útlondum kastaðu 854 millióni krónur av sær.

Vøksturin í avlopinum stavar í stóran mun frá, at vøruhandilsjavnin vaks úr 788 milliónum krónum í 2022 upp í 1.325 milliónir krónur í 2023. 

Stutt lýsing av rakstrarviðskiftum gjaldsjavnans

Tænastuhandilin við umheimin er grundaður á spurnabløð, ið Hagstovan sendir út til ávísar fyritøkur. Av tí sama er ein ávís óvissa um hesi tølini.

Uppgerðin av rakstrarviðskiftum gjaldsjavnans fevnir um vøruhandil, tænastuhandil, inntøkuflytingar til og frá útlondum, ið eru lønarflytingar og ognarinntøkur frá beinleiðis íløgum og íløgur í virðisbrøv og lánsbrøv, umframt rentur á inn- og útlán og vøru- og tænastukredittir. Rakstrarflytingar eru fyrst og fremst einvegis flytingar uttan einum beinleiðis mótkravi frá móttakara. Hetta er eitt nú flytingar frá danska statinum og pensións- og tryggingarflytingar.

Uppgerðin gevur innlit í, hvat slag av tænastum, inntøkuflytingum og rakstrarflytingum, sum eru millum Føroyar og umheimin.