Ætlanin hjá Høgna Hoydal um, at øll ferðafólk, sum koma til Føroya, skulu rinda 225 krónur í einume serligum avgjaldi, verður nú broytt.
Tað er greitt nú Vinnunevndin hjá Løgtinginum hevur viðgjørt uppskotið hjá landsstýrismanninum um burðardygga ferðavinnu.
Tað vísir seg, at tað eydnaðist at fáa eina breiða semju í Løgtinginum um málið við tað, at samgongan og Sambandsflokkurin, eru samd um hvussu viðurskiftini skulu vera.
Ferðavinnan hevur verið staðiliga mælt frá at leggja eitt so høgt gjald á ferðafólk. Tey hava sagt, at skal avgjald leggjast á, er tað frægari at tað verður eitt ávíst gjald fyri hvønn dag, tey eru her.
Og tað hava samgongan og Sambandsflokkurin tikið til eftirtektar. Í staðin fyri at ferðafólk skulu gjalda eitt fast gjald upp á 225 krónur, skulu ferðafólk, sum rinda fyri gisting, nú rinda 20 krónur um dagin, tó í mesta lagi 200 krónur, sum svarar til, at tey gista í 10 dagar.
Gistingarhús, tjaldingarpláss, kampingpláss, og privat, sum leiga út til ferðafólk, hava ábyrgdina av, at gjaldið verður kravt inn saman við rokningini fyri gistingina.
Seglbátar og smábátar, sum leggja at í Føroyum, skulu gjalda havnarmyndugleikanum gistingargjaldið saman við havnargjaldinum.
Men tey, sum koma við stóru ferðafólkaskipunum, skulu ikki rinda hetta serliga avgjaldið.
Gjaldið skal fara í ein grunn og peningurin verður markaður til - eftir umsókn - at gera ferðavinnuætlanir, at gera og halda viðlíka gøtur, umframt til onnur tiltøk, sum skipa ella menna ferðavinnuna kring landið.
Grunnurin verður fyrisitin av einum stýri, sum landsstýrisfólkið velur. Landsstýrismaðurin á økinum velur formann og varaformann, og hinir fýra nevndarlimirnir, og varalimirnir, verða valdir soleiðis: Ein limur og ein varalimur, verða valdir eftir tilmæli frá Bóndafelag Føroya og Føroya Óðalsfelag í felag, ein limur og ein varalimur, verða valdir eftir tilmæli frá Tjóðsavninum og Umhvørvisstovuni í felag, ein limur, og ein varalimur, verða valdir eftir tilmæli frá Ferðavinnufelagnum og Visit Faroe Islands í felag, og ein limur, og ein varalimur, verða valdir eftir tilmæli frá Kommunufelagnum.