Í farnu viku varð seinna hálvfinalan í steypakappingini millum Víking og HB í Sarpugerði avblást tá góður tímur var leiktur. Dómarin, Eiler Rasmussen, metti, at vindurin tá var blivin so mikið nógvur, at tað ikki longur var spælandi.
Støðan var tá 1-1, og 2-1 til HB samanlagt, sum hevði vunnið fyrru hálvfinaluna í 1-0 í Gundadali. FSF boðar í dag frá, at umsitingin og kappingarnevndin nú hava tikið avgerð um, at ein nýggjur dystur skal spælast.
- Sambært grein 34, stk. 2 í kappingarreglugerðini hjá Fótbóltssambandi Føroya, kann dómarin, í samráð við liðskipara, steðga dysti, ið verður leiktur, orsakað av vánaligum líkindum. Dysturin kann í mesta lagi verða útsettur í eina tíma, skrivar FSF.
- Verður dysturin ikki tikin upp aftur, eru tað umsitingin og kappingarnevndin hjá FSF, ið áseta nýggjan dyst. Og nú er greitt, at nýggjur dystur skal spælast, og tað verður hósdagin 22. august klokkan 17:30.
Í finaluni bíðar B36, sum í hinari hálvfinaluni vann 3-1 samanlagt á TB.
Finalan um Løgmanssteypið verður á Tórsvølli leygardagin 2. november.