Soleiðis sær út á Høgareyni, oman fyri Vestmanna, í løtuni
Ávaring: Landsverk mælir frá allari óneyðugari koyring
Fleiri vegir eru stongdir í Streymoy, Eysturoy og í Vágum
Áki Bertholdsen
18. januar 2024 kl. 09:17
Tað eru av allarringastu líkindum beint nú og tað er so ringt at koyra, at Landsverk mælir rætt og slætt frá allari óneyðugari koyring. Tað er bæði tí, at tað kavar illa, men tað rýkur eisini rættiliga illa, serliga í ælunum er nógv jarðrok
Í hesum sambandi eru fleiri vegir stongdir í løtuni í Vágum, Streymoy og í Eysturoy. Vestmannavegurin er stongdur og tað er heldur ikki koyrandi til Gjáar og til Saksunar. Somuleiðis er vegurin um Sandavágsháls stingdur og tað er vegurin Frammi í dal í Kollafirði. oman til rundkoyringina í Kollafirði, eisini. Og tað er heldur ikki koyrandi til Kirkjubøar.