Íslendsku myndugleikarnir herða nú trygdartiltøkini í samband við vanda av eldgosi.
Í einari útsøgn til íslendska kringvarpið, RÚV, sigur Thorvaldur Thórðarson, sum er leiðandi gosfjallafrøðingur í Íslandi, at fólk skulu fyrireika seg til eitt ógvisligt eldgos á Reykjanes-hálvoynni.
– Hetta kann henda um nøkur ár ella innanfyri nakrar mánaðir, sigur Thorvaldur Thórðarson við RÚV.
Tað var seinasta leygardag, at ein røð av jarðskjálvtum byrjaðu í og umkring Grindavík, og nógvir skjálvtar hava eisini verið síðan tá. Sunnudagin var ein skjálvti máldur til fimm á Richter-stiganum, og í gjár, týsdagin, vóru fleiri skjálvtar máldir, ið vóru yvir fýra á Richter.
Nakað av materiellum skaðum hava verið, men eingin mansskaði er skrásettur.
Í fjør fór at goysa við Fagradalsfjall á Reykjanesi. Hetta hendi, eftir at fleiri jarðskjálvtar høvdu verið vikurnar frammanundan. Hetta gosið helt fram í fleiri mánaðir og bleiv til eitt ferðafólkamál, eftir at Ísland læt síni landamørk uppaftur eftir koronukreppuna.
Nokk kendasta eldgosið seinnu árini hendi í 2010, tá ensktalandi miðlar stríddu seg ígjøgnum at siga Eyjafjallajøkul, tá Eyjafjallajøkul tann 14. apríl í 2010 fór at goysa.
Tað hevði millum annað við sær, at loftrúmið yvir Føroyum, Norra, Danmark, Írlandi og Bretlandi var afturlatið í 14 dagar.